Um Vinnustovnin

Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Vinnustovnurin veitir tænastur til einstaklingar, stovnar, fyritøkur og virki.

Fyri at lætta um hjá viðskiftafólki og at samskipa allar tænastur, sum Vinnustovnurin veitir, er alt kunningarvirksemi nú savnað á hesi heimasíðuni. Vinnustovnurin er fyrisitingarlig eind við einum stjóra.